Oljufjallið

Tú ivast, um rætt er at kalla staðið fyri eitt fjall, hóast tað røkkur meira enn 800 metrar yvir havið. Heyggur ella válur hevði heldur verið brúkt í Føroyum um hetta staðið, sum man bera eitt tað kendasta fjallsnavnið í heimssøguni yvirhøvur. Her eru stórhendingar farnar fram

FERÐAFRÁSØGN

6. partur


Tað er nakað serligt við navninum Oljufjallið. Tú hoyrdi um hetta fjallið í sunnudagsskúlanum í heimbygdini. Hevði ymsar meiningar um, hvussu tað mundi síggja út. Helst líktist tað Slættaratindi. Tað skuldi bara manglað annað. Sjálvur vart tú lítil, og verðin var stór.
Vit koma í hýruvogni. Mercedes. Koyra úr VesturJerusalem, har vit búgva á vallarheiminum - ella guesthouse, sum eigarin nevnir tað - Yitzhak Rabin. Eitt frálíkt vallaraheim, ið meira líkist hotelli. Og soleiðis er støðið allastaðni, har vit ferðast í Ísrael. Vertur okkara er stjóri fyri hesi ketuni, ið eigur øll hesi frálíku gistingarhúsini.
Tað ber ikki til, verður hildið, at hava verið í Jerusalem, uttan at vitja Oljufjallið.
Ferðaleiðarin er einki fyri soleiðis at fara hagar. Sigur seg ikki hava verið har í áravís. Hetta er arabiskt øki, og hann tykist ikki serliga tryggur um støðuna. Heldur seg kanska hava eina-hvørja stóra ábyrgd av hesum fremmandu, ið eru so altráir eftir at vitja hetta staðið.
Ella er tað kanska bara tað, at hann ikki hevur somu kenslur fyri staðnum, sum vit hava. Hann er jødi, og hóast hann gongur við Bíbliuni í taskuni, er tað mest um ferðaleiðara, hann nýtir hana. Hevur merkt sær av, hvar hann skal finna ymsu hendingarnar aftur, sum spurt verður um.
Men hann er professionellur, og tá gestirnir seta uppá, at nú skal farast á Oljufjallið, er at finna ein arabiskan hýruvognsførara og so avstað.
Gravstað
Hiðani skal uppreisnin byrja. So er gamalt, og tí hava jødarnir longu í fornøldini lagt uppfyri, tá kirkjugarðar og gravstøð vórðu vald. Oman brekkuna móti Kedrondalinum liggja stórir jødiskir kirkjugarðar. Bæði nýggjari og elligamlir.
Vit fara úr bilinum og eftir at hava parlamenterað við einar tveir-tríggjar arabarar, sum vilja selja myndir av Jerusalem og annað, teir hava í skjáttuni, finna vit eina gøtu oman móti Getsemane. Men her eru gravir á vegnum. Gamlar profetagravir, sum enntá standa merktar við skeltum við gøtuna. Og longri niðri finna vit bæði grøv Absaloms og Zachariasar. Um talan er um profetin Zacharias, ella um faðir Jóhannes Doyparans, eru menn ikki á einum máli um. Og vit lata teir kjaksast um tað uttan her at taka dagar ímillum, hvør hann var, sum her varð grivin. Men ovari liggja gravir teirra profetanna Haggai og Málaki, sum vit ætla at vitja. Men portrið er stongt, og okkurt stendur á einum lepa, sum vit, fremmandamenninir, ikki duga at lesa.
Tað goyr ein hundur einastaðni har inni millum húsini. Ein stórur schaefari, sum gongur leysur í einum innihegnaðum garði millum gamlar komfýrar, burturtveitt køliskap og rustaðar takplátur.
Ferðaleiðarin bankar á einar dyr, og ein blídlig yngri kona kemur í dyrnar. Har verður tosað - á arbabiskum máli, sigur ferðaleiðarin okkum seinni - og fyri fimm sheklar - einar sjey-átta krónur- kemur hon at lata okkum portrið til gravirnar upp.
Vit fara inn í eitt stórt helli, har fleiri síðugongir eru. Smærri gravhelli, rokna vit út. Myrkt er, sum vera man, og eingin er lyktin, so vit fara ikki longri inn, enn dagslýsið røkkur.
Her er gott pláss. Minnir ikki sørt um kópalátrið innanvert Miðvágsurðina. Tó er ljósari inni her, tí hurðaopið er størri. Og kvirrari eisini. Sum í grøvini.
Her hava teir valt sær gott gravstað, gomlu profetarnir. Ovast á oljufjallinum. Tað seinasta, sum skuggi kom á, tá sólin sakk í vestri.
Og sum eg standi soleiðis og hyggi at hurðini, kemur hendan kenslan upp, at soleiðis fer tað at verða á uppreisnardegi. Hetta bjarta ljósið, ið fer at streyma niður í grøvina.
Ikki so galin tanki í grundini-
Judas
Tað var her, tann í søguni kendasti kossurin varð givin. Á hesi gøtuni, vit ganga eftir, vil eftirtíðin vera við, at tað hendi.
Her kysti Judas meistaran sum tekin til yvirvøldina um, at hetta var maðurin, teir skuldu taka á hondum.
Tað stendur ein steinsúla í einum lítlum innviki, eini nichu, í høga betonggarðinum, sum í dag er kring sjálvan Getsemane urtagarðin.
Her var tað, at Judas kysti Jesus, veit ferðaleiðarin at siga frá, og sum eisini er greitt frá á talvuni, sum fest er á garðin.
Og Judas, stakkalin, hann verður lagdur undir nógv. Sumt helst av órøttum.
Hvussu ofta hava vit kanska kannað eftir, hvat tað var, Judas í veruleikanum gjørdi? Mundi hann ikki halda seg gera tað í góðari tænastu? Og hvussu stendur til í dag við monnum, sum kanska eru í somu støðu sum Judas.
Judas var ikki galeleari. Hann var ivaleyst uppvaksin í synagoguni í sannari jødiskari trúgv, sum álegði honum at ansa eftir øllum, sum á einhvønn hátt mótarbeiddu teirri sonnu læruni. Hann hevði kanska í fleiri mánaðar undan hesum ólukkuliga hóskvøldinum her í brekkuni á Oljufjallinum verið njósnari fyri prestastættina í Jerusalem móti hesum trúarvillinginum, sum gekk har norðuri í Galilea og prædikaði, eftir teirra meting, vantrúgv.
Vit kenna dømi í dag, har fólk beinleiðis verða lýst friðleys og deyðadømd av slíkum átrúnaðarligum dómstólum. Besta dømi um okkara leiðir man helst vera rithøvhundurin Salman Rushdi.
Tað varð beinleiðis álagt einumhvørjum jøda at royna at avdúka einhvønn ranglærara og seta fellur fyri hann, til tess at avdúka hann og hansara læru alment. Tað hava vit mong dømi um í Nýggja Testamenti, har teir skriftlærdu og rætttrúgvandi jødarnir royndu at seta Jesus fastan.
Judas hevur ivaleyst bundið seg við einum hátíðarligum lyfti í synagoguni at útinna eitt slíkt avrik. Og her var møguleikin, sum hann so í sannleikans og trúarinnar navni avgreiddi.
Getsemane
? Og teir koma í ein urtagarð, ið kallast Getsemane, sigur Markus. Tó tað man vera ivasamt, um Getsemane í teimum døgum hevur verið at roknað sum nakar urtagarður, soleiðis sum vit í dag kenna slíkar. Staðið hevur heldur verið ein olivenlund, har oljutrøini hava vaksið niðan brekkuna, og pressurnar hava staðið niðri við vegin inn móti Jerusalem.
Getsemane merkir oljupressa, sum eisini hóskar væl til navnið á fjallinum, har garðurin liggur, nevniliga Oljufjallið.
Her hava fólk í Jerusalem ivaleyst havt túsundtals oliven- og mandlutrø, sum tey so hava røkt og heystað av. Kanska var tað hiðani, Símun frá Kýrene kom, tá hann varð noyddur at bera kross Jesu?
Trøini hava staðið niðan brekkuna, og pressan sjálv niðast við vegin, soleiðis at borið hevur verið undan brekkuni, sum rímiligt er. Eisini var tað so, at pressan hevði brúk fyri vatni, sum fekst úr Kedron løkinum, ið rann gjøgnum dalin millum Oljufjallið og Jerusalem. Sostatt er eingin ivi um, at hetta er Getsemane. Garðurin, ella rættari lundin, kann stutt og greitt bara hava ligið her.
Ført hevur verið fram, at stóru oliventrøini, sum í dag standa í Getsemane, ikki kunnu vera tey sum, sum stóðu her, tá Judas sveik Jesus. Tí rómverjar feldu øll trø á leiðini til byggitilfar av ymsum slagi. Men tað kunnu tey kortini heilt væl vera, og er tað eisini rættiliga sannlíkt, at so er.
Vit vita, at tá arabarar tóku valdið í Jerusalem ár 635, og løgdu skatt á at kalla hvørt einasta oliventræ í landinum, vórðu júst trøini í Getsemane undantikin við teirri grundgeving, at tey vóru so gomul. Eingin nytta var í teimum, varð tá hildið. Eingin frukt, og tí einki at skatta.
Hesi somu trø standa enn í dag í garðinum. Og hóast tey síggja í so ellisboygd út, sprettur kortini ein grein her og har á teimum.
Her undir einum av hesum stóru, avgomlu trøunum var tað, at meistarin sveittaði blóð í royndarstundini. Og her, eins og aðrastaðni, har hendingar, kendar eru úr Bíbliuni, eru farnar fram, er bygd kirkja at minnast júst hesa hendin.
Inni í kirkjuni er berur klettur, har Jesus skal hava ligið í síni sálarneyð og sveittað blóð. Hesin klettur verður vístur fram sum júst tað staðið.
Men tað sama verður ein annar klettur uttan fyri kirkjuna, sum onnur trúargrein heldur vera tann rætta klettin, har tað hendi.
Soleiðis kappast tey um at finna støðini, har júst tað og tað hendi. Í eini ævigari jagstran eftir støðum, sum í grundini ikki hava so nógv við trúgv, uttan meira prógv at gera.
Og so er tað ein fer at spyrja, hvat nú meiningin var við øllum tí, sum hendi?