Oljufelagið fer at selja bensin

- Kapping um at selja bensin kann bara verða til gagns fyri brúkararnar, sigur Sjúrður Gorm Petersen, stjóri í Føroya Oljufelag

Randi Jacobsen


Nú eitt skifti hevur Føroya Oljufelag arbeitt við eini ætlan um eisini at fara at selja bensin í Føroyum. Oljufelagið arbeiðir saman við oljufyritøkuni Hydro Texaco um hetta.

Gongur eftir ætlan verða teirra egnu bensinstøðir næsta ár onkuntíð bygdar kring landið.

Sjúrður Gorm Petersen, stjóri í Oljufelagnum, heldur, at tað kann ikki vera annað enn gott fyri, at teir eisini fara at selja bensin. Higartil hava Shell og Statoil havt alla søluna av bensini, og kapping er eingin.

- Vit vilja fegin hava kapping um søluna av bensini, líka sum vit hava havt kapping um søluna av olju. Kapping er góð, og hon kann bara tæna brúkarunum, tí kappingin hevur við sær, at prísirnir kunnu fara niður, sigur Sjúrður Gorm Petersen, sum heldur tað vera løgið, at tað ikki verður givin avsláttur uppá bensin.

Higartil hevur Oljufelagið bara selt olju, men nú er so ætlanin at byggja bensinstøðir fyri at selja bæði bensin við kalium, blýfrítt bensin og dieselolju. Minni munurin er nú á prísinum á teimum báðum bensinsløgunum.

Annars verða tað nú fleiri og fleiri bilar, sum brúka diesel í staðin fyri bensin.