Oljufeløgini vitja Oljumálastýrið

Oljumálastýrið og Jarðfrøðissavnið hava sett oljufeløgunum, sum hava leitiloyvi við Føroyar stevnu komandi dagarnar at gera upp støðuna.

Oljuleiting

Nú eingin oljuleiting verður á føroyska økinum í hesum árinum og nú val stendur fyri framman og møguleiki er fyri, at Føroyar fáa nýtt landsstýri og harvið nýggjan landsstýrismann í oljumálum eru fólkini í Oljumálastýrinum og her ikki minst á Jarðfrøðissavninum farin at fyrireika seg til nýggja støðuna.

Ætlanin er at fáa status gjørdan, tvs. hvussu langt oljufeløgini eru komin við kanningum sínum og hvørjar ætlanir tey hava í framtíðini. Tí fara oljufeløgini, sum bæði hava 6 ára loyvi og 9 ára loyvi at vitja í Oljumálastýrinum komandi tíðina. Longu mánadagin verður fundur við feløg, sum hava 9 ára loyvi eitt nú Statoil-bólkin og Anadarko. 9 ára loyvi finnast inni á tí partinum av landgrunninum, sum er fjaldur av tjúkkum basaltfláum. Feløgini hava í hesum loyvum bundið seg til at gera eitt nú seismiskar kanningar men skulu ikki taka støðu til, um tey vilja bora fyrr enn eitt ávíst áramál er farið. Tað er í 2004.

Sosialurin skilur eisini, at umframt at Agip hevur biðið um útseting av síni boring, so henda eisini nógvar aðrar broytingar á føroyaøkinum. Eitt nú innanhýsis í teimum ymsu samtøkunum. Størstu broytingarnar eru í Statoil-bólkinum, sum síðani hann byrjaði arbeiðið sítt á landgrunninum fyri skjótt 10 árum síðani undir táverandi heitinum AMG-bólkurin hevur verið fyri stórum broytingum. Eitt skifti var Mobil við. Nú hevur so PetroCanada keypt leitipartin av oljufelagnum Veba, og tað skuldi merkt, at bólkurin verður styrktur. Tí PetroCanada er eitt lutvíst stórt felag, sum leggur stóran dent á leiting eitt nú í Norðsjónum og nú eisini á Atlantsmótinum. Við uppkeypinum av Veba kemur eitt enn sterkari oljufelag inn í Statoilbólkin. Hinvegin er óvissa um framtíðina við eini aðrari samanlegging. Tað eru Phillips og Conoco, sum leggja saman. Henda samanlegging kann hugsast at ganga báðar vegir. Antin verður áhugin hjá samanlagda felagnum PhillipsConoco fyri føroyaøkinum tað størri, ella vil felagið hava minni áhuga fyri økinum, nú Conoco ikki fekk nakað loyvi í 1. útbjóðing. Tað søkti saman við Texaco. Enn ein broyting er í ljósmála í sama Statoilbólki. Shell hevur givið eitt boð uppá Enterprise, sum hevur verið við í samtakinum frá byrjan. Um Shell fær felagið stendur spurningurin so aftur opin, hvussu verður við luttøkuni í Statoilbólkinum. Shell er sum er partur av einum loyvi saman við BP.

Hetta mugu alt metast at verða spurningar, sum feløgini og Oljumálastýrið fara at tosa um í næstum. Í oljuverðini verður gitt, at umrøddu broytingar kunnu ganga báðar vegir, hvat áhuganum fyri Føroyaøkinum viðvíkur. Eyðun Elttør, landsstýrismaður sigur í eini viðmerking, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað, men hann hevði verið fegin um at sæð at so professionelt og stórt oljufelag sum PetroCanada við í leitingini við Føroyar.