Oljufeløgini eiga avgerðina

Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavíkar Kommunu, heldur tað vera óheppi, at politiski myndugleikin blandar seg í, hvar vinnan skal skal mennast

? Skal politiski myndugleikin blanda seg í, hvar oljuvinnan skal savnast, kann hann eins væl avgera, hvar onnur vinna skal vera. Avgerast kann so, hvar flakavirki skulu vera og so fram vegis.

Jákup Lamhauge, formaður í Runavíkar Kommunu, er alt annað enn fegin um, at Tjóðveldisflokkurin sigur seg mæla til, at oljuvinnan verður savnað í Suðuroynni. Runavíkar Kommuna arbeiðir í løtuni við at víðka um havnina, og tað er eingin loyna, at kommunan hevði verið fegin um, at ein partur av havnini varð nýtt av oljuvinnuni.

Býráðsformaðurin veit tó ikki, um kommunan fer at mótmæla einari politiskari ætlan um, at savna oljuvinnuna í Suðuroynni. Men hann heldur tað vera prinsipsielt skeivt, at politiski myndugleikin blandar seg í, hvar oljuvinnan skal savnast.

? Eg haldi, at oljufeløgini sjálvi skulu avgera, hvar tey ynskja at vera, og velja tey Runavík, skulu tey vera vælkomin.


Íløgukarmurin seinkar

Runavíkar Kommuna hevði upprunaliga væntað, at útbyggingin av havnini fór at taka eini tvey ár. Men nýggji íløgukarmurin frá landsstýrinum á 165 milliónir fyri allar kommunurnar ger, at tað ikki fer at bera til at arbeiða við sama trýsti, sum ætlað. Tískil væntar Jákup Lamhauge, at arbeiðið nú fer at taka eini trý ár.

Býráðsformaðurin leggur dent á, at íløgurnar í havnina ikki verða gjørdar beinleiðis við einari oljuvinnu í hyggju. Lítið pláss er í havnini, og eftir áheitanir frá fleiri virkjum, ið hava áhuga í virksemi á havnaøkinum, varð avgjørt at víðka um havnina.

? Hava oljufeløg tó hug at koma til Runavíkar, skulu tey vera vælkomin, slær býráðsformaðurin tó einaferð enn fast.


Býtast eftir tørvi

Í sambandi við íløgukarm kommunanna sigur Jákup Lamhauge, at hann heldur ikki, at peningaligi karmurin til íløgur skal verða býttur út eftir fólkatalinum í ávísu kommununum. Hann heldur, at karmurin heldur átti at verðið býttur út eftir tørvi, soleiðis, at tær kommunurnar, ið ávíst tíðarskeið hava tørv á at gera íløgur, fáa ein størri karm enn tær, sum ikki hava so stóran tørv á at gera íløgur, hóast fólkatal teirra kanska er størri.

? Kanska vit skuldu íløgukarmarnir verið frítt umsetiligir millum kommunurnar, soleiðis, at íløgur verða gjørdar har tørvur er á teimum, sigur hann og vísir á, at karmurin á 165 milliónir kanska er í heldur lægra lagi.