Jan Müller
-Eg fari at kunna býráðið um fyrispurningin og annars at taka spurningum um komandi oljuvirksemið í býnum upp sigur Leivur Hansen, sum heldur, at nógv bendir á, at oljufeløg í stóran mun eru áhugað í at etablera seg í høvuðsstaðnum. Fleiri teirra hava longu latið upp skrivstovur her, og aðrar lata upp í næstum. Tað er greitt, at tørvur verður á íbúðum til oljufólkini og sær býráðsformaðurin í Havn hetta sum ein trupulleika, nú tað longu frammanundan er sera torført at fáa tak yvir høvdið í Havnini.
-Vit mugu til at fyrireika okkum so ella so uppá eitt slag av innrás av oljufólki, tá oljan sprænir viðgongur býráðsformaðurin, men hann hevur ikki í løtuni nakra ætlan ella loysn at vísa á. Tað er so nakað, sum má takast upp skjótt.
Tað er so heldur einki dulsmál, at Tórshavnar Kommuna við at lata økið á Sundi til komandi oljuútgerðarhavn eisini er tvingað at taka støðu til eitt nú íbúðarspurningin. Tí metir Leivur Hansen eisini, at hetta er nakað, sum má takast við í framtíðar tilrættaleggingina.
(í týsdagsblaðnum hava vit samrøðu við Leiv Hansen, borgarstjóra í Havn, sum herfyri var á oljumessu í Houston)