Útgerðarhavn
Hetta hevur verið ikki sørt líkt einum gysara frá byrjan til enda. Nú í fleiri ár hava ymisk pláss í Føroyum fyrireikað seg til at bjóða seg fram til at hýsa fyrstu oljuútgerðarhavnini í Føroyum. Virki, samtøk og kommunur hava nú í fleiri ár vitjað eina oljuráðstevnu fyri og aðra eftir. Tá avtornaði vórðu tað umboð fyri tey fýra operatørfeløgini Statoil, BP, Amerada Hess og Agip, sum tóku avgerðina um útgerðarvirksemið. Henda skal tó konfirmerast av landsstýrismanninum í oljumálum.
Og valið fall á samtakið Atlantic Offshore Base í Runavík og Skipafelagið Føroyar. Atlantic Offshore Base fevnir um nógvar av vinnulívsfyritøkunum í Eysturoynni, ið hava tikið seg saman við nettupp tí endamáli at vera við í menningini av eini komandi oljuvinnu. Skipafelagið Føroyar hevur ikki gjørt tann stóra hávan burtur úr sær, tá tað snýr seg um oljuvinnuna, men umboð fyri felagið hava luttikið á flestu oljuráðstevnum og hava harvið kunna fylgt væl við gongdini. Avgerðin hjá bólkinum, sum hevur kannað tilboðini, er so komin einum samstarvi millum tvey reint føroysk feløg til góða. Í báðum hinum førunum hevur talan verið um samstarv millum feløg her heima og útlendsk útgerðarfeløg.
Stór uppgáva
Kenneth Rasmussen, stjóri fyri Atlantic Supply Base sigur í stuttari viðmerking til avgerðina: -Eg eri ómetaliga fegin um avgerðina hjá oljufeløgunum. Her er ein stór uppgáva, sum vit nú mugu royna at loysa á skilabesta hátt. Tað verður úr at gera fram til 1. juni, tá arbeiðið byrjar av álvara. Góðskustýringin skal koma uppá pláss og sama er galdandi fyri heilsu-trygdar- og umhvørvispolitikkin. Kenneth Rasmussen sigur, at teir verða klárir til 1. juni. Fleiri av virkjunum, sum eru við, hava longu fingið góðskustýringina uppá pláss. Annars verður eisini tætt samstarv við virki aðrastaðni umframt við oljufeløgini sjálvi. Kenneth Rasmussen heldur eisini, at Runavík saman við restini av Eysturoynni er eitt gott val til útgerðarstøð, tí har eru nógvir undirveitarar, samferðsluviðurskiftini eru góð og eru eisini góðir møguleikar fyri útbygging. Stjórin í ASB sigur, at teir leggja stóran dent á at kunna fáa allar Føroyar at vera við í komandi virkseminum, soleiðis at einki er til hindurs fyri, at virki í t.d. Suðuroynni kunnu vera undirveitarar til komandi leitivirksemi. Sum so verður tað ikki sjálv útgerðarhavnin, ið fer at fáa peningaliga vinningin av virkseminum. Tað verða harafturímóti teir mongu undirveitararnir kring landið.
Kenneth Rasmussen dylur ikki fyri, at avgerðin at leggja virksemi til Runavík eisini fær týdning fyri, hvar oljuútgerðarvirksemið kann verða í framtíðini tvs. í eini møguligari framleiðslu. Tað krevur so eisini, at teir longu nú gera sær stóran ómak og gera skilagóðar íløgur.
Tað verður Skipafelagið (Faroe Ship), sum kemur at taka sær av nógvum av tí praktiska. Tað hevur so tvey stór pakkhús á havnaøkinum og er ætlanin, at útgerðarvirksemi skal halda til í einum av hesum bygningum. Skrivstova er tøk og klár til at flyta inn í.
Kenneth Rasmussen sigur annars, at teir hava bundið seg til at leggja tilbúgvingina í sambandi við oljuleiting í Suðuroy. Her snýr tað seg um útgerð í sambandi við oljudálking.
Um ASB
Tað eru tilsamans 17 fyritøkur í Eysturoynni og eitt føroyskt oljufelag, sum eru við í Atlantic Supply Base. Hesar fyritøkurnar umboða umleið 600 størv innan fleiri vinnugreinir og kunnu harvið veita oljufeløgunum ymsar vørur og tænastur. Kenneth Rasmussen sigur, at fyritøkurnar hava ígjøgnum sínar royndir við tænastuveiting til fiskivinnuna og aðra vinnu í oynni og landinum sum heild, fingið ein serkunnleika, sum oljufeløgini í stóran mun kunnu brúka. Eisini føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni er partaeigari í ASB. Samlaði partapeningurin er 500.000 kr. Nevndarformaður er Niels Sørensen.