Oljufeløg í Føroyum
Eitt av teimum útlendsku oljufeløgunum, sum hevur arbeitt longst við Føroyaøkinum og sum uttan iva hevur vitjað her oftast og havt mest við føroyskar myndugleikar at gera øll hesi seinastu árini tosað og arbeitt hevur verið við oljumálinum, man vera norðmaðurin Halvor Snarvold. Upprunaliga arbeiddi hann hjá Enterprise Oil, síðani hevur hann arbeitt fyrr Atlantic Margin Group og fyri Statoil, men í dag hevur hann sína egnu ráðgevandi fyritøku. Øll hesi seinastu árini hevur hann staðið á odda fyri GEM-starvinum, sum nú lutvíst verður avloyst av tí nýggja felagnum FOÍB. Tað verður helst Halvor Snarvold, sum kemur at standa á odda fyri hesum felagsskapi í byrjanini, men ætlanin er so, at onkur frá fyristøðufeløgunum verður formaður, og at onkur føroyingur so helst kann taka yvir sum frálíður.
Halvor Snarvold, ið greiddi umboðum fyri føroyskt vinnulív, almennar stovnar, myndugleikar og feløg frá nýggja felagsskapinum á fundi í útvarpshøllini í vikuni sigur, at talan er ikki um nakað arbeiðsgevarafelag fyri oljufeløg. Tað snýr seg um eitt sokallað ?bransjufelag?, har mál av felags áhuga verða viðgjørd. Men tað skal so eisini taka sær av teimum mongu verkætlanunum frá GEM-samstarvinum, ið framvegis eru í gongd.
Halvor Snarvold sær ikki nýggja felagsskapin sum nakra mótvekt ella mótpol til føroyskar myndugleikar og vinnulív, har oljufeløgini skulu tryggja seg sjálvi og syrgja fyri, at tey fáa sum mest burtur úr. ?Í slíkum felagsskapi kunnu vit sjálvandi tala við eini rødd, og tað kann gera alt meira einfalt bæði fyri feløgini men so sanniliga eisini fyri føroyskar myndugleikar og vinnulív.
Halvor Snarvold sigur annars, at hetta samstarvið millum oljufeløgini hevur verið væl og virðiliga viðgjørt saman við og viðmælt av føroyskum myndugleikum, sum hava ynskt at kunna fara til eitt ávíst stað at tosa við øll oljufeløgini og harvið kunna fáa tær samrøður, fundir og svar, sum tørvur er á. Eisini umboð fyri høvuðsvinnuna, fiskivinnuna hava sett fram ynski um at kunna fara til bara eitt stað, har øll oljufeløgini eru umboðað.
Ikki mótpolur
Hann heldur ikki, at føroyingar eiga at kenna hetta samstarvið sum nakra hóttan ella sum eina roynd hjá oljufeløgum, sum frammanundan eru risastór, at gerast enn sterkari mótvegis føroyskum myndugleikum. Tvørturímóti er ætlanin, at hetta forum skal vera við til at menna samstarvið og fremja dialogin millum myndugleikar og oljufeløgini. Í fleiri av teimum arbeiðsbólkunum, sum eru settir, eru tí eisini umboð fyri føroyskar myndugleikar. Nýggi felagsskapurin er eisini soleiðis bygdur upp, at oljufeløg, sum ikki hava leitiloyvi við Føroyar, men sum standa úti á síðulinjuni og fylgja við og t.d. kunnu hugsa sær at vera við í 2. útbjóðingarumfari, kunnu vera við í tveimum av arbeiðsbólkunum, sum hava við umhvørvi og hav/veður at gera. Sosialurin skilur, at fleiri av teimum heilt stóru oljufeløgunum, sum upprunaliga vórðu við í kanningunum av føroyska landgrunninum, møguliga vilja hava áhuga at vera við í hesum arbeiðsbólkunum. Hesi kunnu vera ExxonMobil, Shell, Texaco, TotalFinaElf og uppaftur onnur. Enn fyriliggur tó einki ítøkiligt um, at hesi feløgini eru á veg inn aftur í føroyska økið, tó at okkurt felag skal hava spurt seg fyri.
Halvor Snarvold vil ikki siga nær føroyingar áttu at skipað fyri enn eini útbjóðing. Fyrst mugu hesir 8 brunnarnir verða boraðir tvs. áðrenn 2003. ?Persónliga vildi eg hildið, at eitt nýtt umfar so kundi komið eftir tað, men tað vil eg helst ikki leggja meg út í, tí tað er ein føroysk avgerð.
Ein felagsskapur sum FOÍB er eindømi í hesum parti av heiminum. Halvor Snarvold kennir ikki til nakað líknandi tað hann veit um. FOÍB er tí nakað serføroyskt, sum er skræddaraseymað út frá føroyska samfelagnum, umhvørvinum og tí tørvi, sum er her. Tvs. at man hevur eisini tikið við tær royndir, sum eru gjørdar aðrastaðni við líknandi felagsskapum. Tikið tað besta við og solda tað minni góða frá. Í Bretlandi hevur tú eisini ein felagsskap fyri oljufeløg men tað er bara fyri fyristøðufeløg (operatørar), og tað sama er galdandi í Noregi. Hetta er tí fyrstu ferð, at tú skipar ein felagsskap fyri oljufeløg, sum hava leitiloyvi og har tú sum sagt ikki skilur millum fyristøðufeløg og hini oljufeløgini, ið eru við.