Verður mált eftir umsetninginum er amerikanska ketan Walmart ovast við 378,8 milliardum dollarum. Beint í hølunum á teimum kemur Exxon Mobil við 372,8 milliardir dollarar, og víðari í røðini koma Shell, BP, Toyota og Chevron.
Hóast Walmart hevur størsta umsetningin, so kemur tað neyvan óvart á, at oljufeløgini hava størri avlop. Til dømis er avlopið hjá Exxon fýra ferðir so stórt sum hjá Walmart.
Fremsta danska fyritøkan á listanum er A.P. Møller.










