Oljufeløg sleppa ikki at avgerða prísin

Fjølmiðlaskriv um avgerð Kappingarráðsins frá 27. august 1999 um bindandi víðarisøluprísir millum oljufeløgini Shell/Statoil og óheftar forhandlarar

Í juni 1999 avgjørdi Kappingarráðið at kanna marknaðin fyri sølu av oljuúrdráttum. Hesin marknaður hevur stóran týdning fyri samfelagið í síni heild. Tá so bert tveir innflytarar av oljuúrdráttum virka á føroyska marknaðinum, eru viðurskiftini á hesum marknaði áhugaverd í kappingarhøpi.

Í Føroyum eru tvey oljufeløg, P/f Føroya Shell og P/f Statoil Føroyar. Hesi feløg nýta egin sølustøð og óheftar forhandlarar til smásølu av oljuúrdráttum, umframt beinleiðis sølu av brenniolju til húsarhald og vinnu.

Kappingarráðið hevur kannað prísásetingina fyri oljuúrdráttir í smásølu, og serliga hvussu frítt víðarisøluliðið kann áseta prísirnar.

Í Kappingarlógini § 14 verður ásett, at fyritøkur og samtøk v.m. mugu ikki við avtalu ella samtykt áseta ella á annan hátt treyta sær, at tað við víðarisølu í eftirfylgjandi søluliði skulu yvirhaldast minstaprísir ella -vinningar, uttan so at Kappingarráðið hevur góðkent avvarðandi avtalur v.m. Slík góðkenning kann bert gevast, um heilt serligar grundir tala fyri.

Við støði í tí tilfarinum, sum Kappingarráðið hevur fingið til vega frá oljufeløgunum, kom Kappingarráðið til ta niðurstøðu, at oljufeløgini áseta bindandi víðarisøluprísir fyri tær støðir, sum feløgini ikki sjálvi eiga ella reka. Hetta merkir, at forhandlarnar eru bundnir at selja bensin og diesel í smásølu, fyri prísir sum eru ásettir av oljufeløgunum.

Kappingarráðið hevur gjørt oljufeløgini vart við, at bindandi víðarisøluprísir ikki eru sambærligir við § 14 í lógini og at tað greitt skal framganga í samskiftinum partanna millum, at forhandlararnir standa frítt at áseta prísirnir í smásølu.

Kappingarráðið hevur avgjørt at áleggja oljufeløgunum P/f Føroya Shell og P/f Statoil Føroyar, at steðga verandi mannagongd fyri prísásetan til smásølu.

Kappingarráðið gav P/f Føroya Shell og P/f Statoil Føroyar eitt skotbrá til 30. september 1999, at sanna mótvegis Kappingarráðnum, at óheftum sølustøðum stendur frítt at áseta smásøluprísirnar á oljuúrdráttum.

P/f Føroya Shell hevur kært avgerð Kappingarráðsins.

Nærri fæst at vita um avgerðirnar við at venda sær til Kappingarskrivstovuna á telefon 320 369 ella á t-post ts@fse.fo