Oljufeløg rýma

Risastóra oljufelagið TotalFinaElf verður ikki við í oljuleitingini við Føroyar í hesum umfarinum. Hetta er greitt eftir at Norsk Hydro er vorðin partur av samtakinum saman við Anadarco og Saga Føroyar. Um somu tíð sum flaggið hjá Norsk Hydro varð vundið á stong á Bryggjubakka í gjár kundi Arvid Halvorsen, stjóri í felagnum upplýsa, at Norsk Hydro ikki longur er partur av The Faroes Partnership samtakinum, men er vorðið operatørur í fyrrv. Sagabólkinum. Norsk Hydro verður umboðað í bólkinum gjøgnum sítt dótturfelag Saga Petroleum Føroyar

Jan Müller


Risastóra oljufelagið TotalFinaElf verður ikki við í oljuleitingini við Føroyar í hesum umfarinum. Hetta er greitt eftir at Norsk Hydro er vorðin partur av samtakinum saman við Anadarco og Saga Føroyar. Um somu tíð sum flaggið hjá Norsk Hydro varð vundið á stong á Bryggjubakka í gjár kundi Arvid Halvorsen, stjóri í felagnum upplýsa, at Norsk Hydro ikki longur er partur av The Faroes Partnership samtakinum, men er vorðið operatørur í fyrrv. Sagabólkinum. Norsk Hydro verður umboðað í bólkinum gjøgnum sítt dótturfelag Saga Petroleum Føroyar. Orsakað av ósemju um hvørji øki man skuldi søkja um og hvussu arbeiðsskráin skuldi síggja út hevur oljurisin Total Fina Elf (sum fyri stuttum vóru trý stór sjálvstøðug oljufeløg, blaðm.) tikið seg úr bólkinum og harvið eisini komandi útbjóðingarumfari. Norsk Hydro hevur annars latið inn til rættin í Oslo eina stevning móti Sagex Petroleum, ið herfyri gjørdi samstarvsavtalu við Føroya Kolvetni. Mett verður, at fyrrverandi Sagafólkini bróta avtalur við gamla arbeiðsgevaran, um tey nú lata øðrum oljufeløgum sína vitan. Hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri føroyska oljufelagið er óvist. Arvid Halvorsen sigur við Sosialin, at teir vónandi fáa svar frá rættinum í Oslo innan tvær vikur. Hann sigur annars, at Norsk Hydro og Anadarco fara at bjóða men pláss er fyri einum felag aftrat í bólkinum. Terje Hagevang frá Sagex Petroleum er sera kløkkur av stevningini. -Vit hava einki skeivt gjørt, og eg kann bert tulka hetta sum eina roynd hjá Norsk Hydro at geva Føroya Kolvetni trupulleikar.

Óváttað tíðindi vilja annars vera við, at eisini onnur oljufeløg umhugsa ikki at bjóða í 1. rundu. Feløg sum ExxonMobil, Marathon og Mærsk Olie og Gas verða nevnd. Arvid Halvorsen frá Norsk Hydro sigur í eini viðmerking til hesi óváttaðu tíðindi, at nógv kortini bendir á, at Føroyar fáa eina góða útbjóðing, tí so mong stór og kend oljufeløg ætla sær av vera við. Sammett við onnur nýggj leitiøki roknar hann við, at Føroyar fáa eina góða útbjóðing.