Oljufeløg mugu fáa betri arbeiðstreytir

-Vit mugu gera tað smidligari og lættari hjá oljufeløgunum at arbeiða í Føroyum. Í hesum sambandi er vigtugt at fáa dupultskattaavtalu við Bretland uppá pláss heldur stjórin á Jarðfeingi.

Áðrenn Jarðfeingi fer í løgtingið við 3. útbjóðing skulu treytirnar, sum verða settar oljufeløgunum endurskoðast, og tilmæli skulu gerast til nýggju treytirnar. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi sigur, at tey til ta tíð fara at taka upp til viðgerðar, um nakað skal broytast í sambandi við eitt nýtt útbjóðingarumfar. Sjálvur er hann av teirri fatan, at skipanin vit hava er sum heild nokk so góð, men tað eru kanska viðurskifti, sum áttu at verið broytt, so skipanin bleiv meira praktisk at umsita.

-Men slíkt sum keikantur og skattareglur, síggi eg ikki fyri mær verður broytt. Men kanska slíkt, sum ger tað smidligari hjá oljufeløgunum at virka her. Eitt slíkt mál er manglandi dupultskattaavtalan við bretar sigur Jarðfeingisstjórin. Tað undrar hann, at hetta málið ikki er komið longuri. Jarðfeingi ætlar sær at tosa við Fíggjarmálarráðið um henda spurningin. -Øll, sum arbeiða á palli rinda skatt, men kemur ein persónur til Føroya og er her í tveir dagar, so skal hann rinda skatt. Tað er slíkt, sum vit fegnir vilja broyta.

Ikki misnøgd
Sigurð í Jákupsstovu heldur ikki sjálvur, at oljufeløgini eru misnøgd við avtalurnar og verandi skipanin. Tað er meira hetta, at tað skal vera lættari at arbeiða her. Man kann so kanska seinni meta, um tað er neyðugt at gera broytingar í skatta- og øðrum viðurskiftum, tá olja verður funnin.

Í løtuni verða fleiri metingar- og avmarkingarbrunnar boraðir hinumegin markið. Tá tað gjørdist greitt, at her varð gjørt eitt stórt fund gjørdist undirtøkan fyri 2. útbjóðing á føroyska landgrunninum stór.

Vit hava spurt stjóran í Jarðfeingi, hvønn týdning núverandi bopriætlanin á Rosebankfundinum hevur fyri eina komandi 3. útbjóðing á landgrunninum. Hann váttar at Rosebankfundið hjálpti til í 2. útbjóðing, og hann sigur, at tað ger tað ikki verri, um stóra boriverkætlanin nú á Rosebankfeltinum verður væleydnað.

Herfyri segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum, at brunnarnir, sum Chevron og onnur oljufeløg bora hinumegin markið í løtuni kunnu fáa alstóran týdning fyri framtíðar leitivirksemi á føroyska landgrunninum.