Prísurin á olju er í botni, og hetta ávirkar virksemið hjá flestøllum oljufeløgum á okkara leiðum. Ein avleiðing av lága prísinum er, at oljufeløg útseta leiting og verkætlanir, sum við verandi oljuprísum ikki eru áhugaverd.
Grønlendingar merkja hesar avleiðingar, tí hóast hildið verður, at nógv olja finst í grønlendskum øki, hava oljufeløg útsett royndarboringar orsaka av fíggjarstøðuni í vinnuni.
Landsstýrismaðurin fyri fíggjarmál, rávevni og uttanríkismál, Vittus Qujaukitsoq, váttar fyri blaðnum JyllandsPosten, at Grønland kennir til minkandi virksemið hjá oljufeløgunum. Fleiri feløg leggja nú meira fyri í økjum, sum eru løtt at sleppa framat.
- Sjálvt um íløgur í nýggj oljuøki eru langsiktaðar, ávirkast hesar ætlanir av broytingunum í oljuprísum, sigur Vittus Qujaukitsoq við JyllandsPosten.
Mett verður, at tað finnast 31,4 milliardir tunnur av olju í grønlendsku undirgrundini – tað svarar til brúkið hjá øllum Europa í tvey ár – men at framleiðslukostnaðurin er 50 dollarar fyri hvørja tunnu. Í løtuni verður ráolja úr Norðsjónum seld fyri umleið 37 dollarar fyri tunnuna.