Í oljudansi til gullveitslu

Fótbóltsveitslan varð av ongum á vøllinum, tá veðrið vísti seg frá síni ringastu síðu. Men trúgvu fjeppararnir fingu kortini sítt, tá steypahandanin varð gjøgnumførd

Fótbóltur

 

Veðrið fáa vit ikki gjørt so nógv við!

Tað er ein av ævigu føroysku sannleikunum, og hesin varð so dyggiliga undirstrikaður við Margáir leygardagin.

Var talan um dyst, sum hevði nakað sum helst upp á seg, varð royndin neyvan gjørd, so sum umstøðurnar vóru, men saman við teimum 22 spælarunum fór Petur Reinert kortini undir uppgávuna.

Og bæði liðini royndu at spæla. HB hevði vindin í ryggin, og tí varð nógv av spælinum kroyst oman á EB/Streyms-hálvuna, men vertirnir bitu tó eisini frá sær, og eitt nú skuldi Bárður Olsen skorað, tá hann gjørdist púrasta leysur við málverjanum.

Eftir knøppum hálvum tíma, høvdu aktørarnir tó fingið nóg mikið. Sorin Anghel var longu skiftur út hálvstirdur í kulda, og fleiri aðrir spælarar góvu eisini tekin um, at teir fingu als ikki runnið.

Og so var ikki annar útvegur, enn at blása av. Onkur áskoðari hevði kanska hug at muta ímóti, tí mest av øllum vildu tey hava dystin avgreiddan. Men har var einki at gera.

Enn er ikki vist, um EB/Streymur hevur 54 stig fyri 26 dystir ella 55 fyri 27 av slagnum. Men meistarar eru teir so undir øllum umstøðum, og so kundi veður verða veður. Steypið skuldi undir øllum umstøðum handast.