Dálking
Leydagarkvøldið fór olja at leka úr einum russiskum skip, sum lá við bryggju í Vági. Í fyrstani sá lekin ógvusligur út, tí oljan breiddi seg skjótt, men tá ið saman um kom, halda kønir, at talan ikki hevur verið um tær heilt stóru nøgdirnar kortini.
Oljan, sum lak úr skipinum har frammi í stýriborð, rak serliga yvir á norðrara landið í Vági.
Vágs Sløkkilið fór alt fyri eitt undir at royna at steðga oljuni á Vágsfirði, men tað tók sína tíð, áðrenn tamarhald fekst á støðuni.
Nakað eftir middag sunnudagin, visti Portalurin at siga, at Vágs Sløkkilið framvegis ikki hevði fult tamarhald á støðuni, og boð vórðu send til Fiskiveiðieftirlitið, ið sendi tyrluna hjá Atlantsflogi avstað við absordentum, sum eru langar "pylsur" við behandlaðari bummull, ið sýgur oljuna til tín.
Felagið, OSR (Oil Spill Respons) hjá Paula Einarssyni á Tvøroyri, kom eisini vágbingum til hjálpar, og sum leygardagurin gekk, fekst tamarhald á støðuni við teirri útgerð, sum vágbingar sjálvir høvdu, sum tyrlan kom við - og við útgerðini hjá OSR.
Sá ógvusligt út
Pauli Einarsson sigur, at tá ið olja soleiðis lekur út á sjógv, sær hetta oftast ógvusligt út.
- Men eg trúgvi ikki, at talan kortini var um tær heilt stóru nøgdirnar av olju ? og eg trúgvi neyvan, at talan var um fleiri tons.
Pauli vísir á, at verður "bert" ein oljutunna stoytt í havið, kann oljan í ringasta føri breiða seg yvir tveir ferkilometrar.
- Soleiðis, sum eg skilti støðuna í Vági við russiska skipinum, var talan um eitt hendiligt óhapp ? og ikki um ósketni.
Hann sigur, at tveir menn frá OSR vóru í Vági leygarkvøldið og aftur sunnudagin og hjálpu Vágs Sløkkiliði við arbeiðnum.
- Eg haldi, at sløkkiliðsmenninir í Vági eftir umstøðunum kláraði uppgávuna væl, og teir vóru væl skipaðir undir arbeiðnum.
Á MRCC Tórshavn siga tey, at alt spældu væl av í Vági.
- Jú, hetta sá ógvusligt út, og vit skiltu, at eini 20 tons vóru í tanganum, sum olja lak úr.
Eingin veit tó við vissu at siga, hvussu nógv olja lak á sjógv í Vági leygarkvøldið og sunnunáttina, tí russar gjørdu tað, teir kundu, fyri at byrgja uppfyri dálkingini.
- Teir pumpaðu eisini olju úr skipinum, sum lak, upp í eitt annað russiskt skip, sum lá við síðuna av, segði Gudmund Jacobsen, sum er brandmeistari í Vági, við Útvarpið.
Eingin tilbúgving
Tað kunnu neyvan vera fleiri meiningar um, at føroyingar eru alt ov illa fyrireikaðir, um ringast vildi til, og olja í stórum nøgdum fór í havið - antin av ósketni ella í einum hendiligum óhappi.
- Nógv hugskot hava verið frammi um, hvussu ein verulig tilbúgving eigur at skipast, og arbeitt hevur verið við hesum í fleiri ár, men vit mugu ásanna, at vit sum samfelag enn ikki eru komin undir land við eini forsvarligari loysn, sigur Pauli Einarsson.