Tað kundi enda við, at umleið 600 litrar av olju enda í Havnará og Sergentavíkini.
Tá Shell í morgun koyrdi olju á Eik Banka í miðbýnum, varð koyrt á eina gamla áfylling við tí úrsliti, at oljan rann niður í moldina.
Øssur Nolsøe, deildarleiðari hjá Eik Banka í miðbýnum, veit ikki nágreiniliga at siga, hvat er hent, men gamla áfyllingin verður ikki brúkt meira.
Vit fara at seta okkum í samband við Shell fyri at vita, hvat vit gera við hetta. Sjálvandi mugu vit royna at fáa sum mest upp aftur, sigur Øssur Nolsøe.
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur verið á staðum og hugt. Haðani verður sagt, at tann oljan, sum rann útyvir, er pumpað upp aftur. Hartil hava tey givið boð um, at dálkaða moldin skal beinast burtur.
Vit hava givið boð um, at dálkaða moldin skal beinast burtur sum skjótast, verður sagt av Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Lagt verður aftrat, at skjótt má berast at, tí oljan sivjar spakuliga djúpri og djúpri niður, og tí er stórur vandi fyri, at hon endar í Havnará.
Av brandstøðini verður sagt, at tað ikki ber til at pumpa nakað av tí, sum er farið í moldina, og at tað bara snúði seg um heilt lítla olju, sum er tikin upp aftur.
Annars kanna teir javnan gjøgnum dagin, um oljan er komin í Havnará.









