Bjargingarbáturin Ziska legði oljusperringar um Atlantic Navigator, og saman við øðrum bátum reinsaðu teir vágna í umleið 22 tímar.
Vakthavandi frá Klaksvíkar Havn sigur, at hetta er størsta oljudálking, sum tey hava upplivað í Klaksvík. Tá teir vóru lidnir at reinsa, høvdu teir fingið 2500 litur av spillolju upp. Í gjáramorgunin vóru teir runt kannaðu eftir, og tað sá út til, at tað hevði eydnast, at reinsa alla oljuna.
Tað var Klaksvíkar Sløkkilið sum stóð fyri reinsingini, og fingu eisini hjálp frá Runavíkar Havn, sum hevur eina serliga pumpu at reinsa olju við.