Oljudálking í Gøtu

Nakrir hundrað litrar av olju eru liknir út í Eiðisá í Norðagøtu. Lekin stavar frá einum ótøttum røri í nýggjum sethúsum, sum liggja miðskeiðis í bygdini Sløkkiliðið í Norðagøtu hevur lagt oljusperringar út í Eiðisá, sum er áin ið rennur oman ígjøgnum Gøtudal og Norðagøtu.

Sambært sløkkiliðsleiðaran í Gøtu Kommunu, Sørin Djurhuus, er tíbetur ikki talan um nakran stóran oljuleka. Lekin stavar frá einum nýggjum sethúsum, sum liggja mitt í bygdini.

Tað var leygarkvøldið, at fólk í bygdini gjørdust varug við oljulukt, men ikki fyrr enn sunnudagin varð funnið fram til, hvaðani roykurin stavaði frá. Talan var um eitt ótætt rør millum oljutangan og oljufýringina í húsunum. Sløkkiliðsleiðarin sigur, at lekin varð tettur beinanvegin og klokkan 17 vórðu oljusperringarn lagdar út í ánna. Higartil eru komnar millum 200 og 300 litrar í sperringina.

Søren Djurhuus kann onki tryggja, men metir ikki, at lekin hevur gjørt tann stóra skaðan.

- Vit síggja onki til, at hetta hevur gingið út yvir lívið í ánni. Tvørturímóti sær út til, at sílini hava tað fínt, og at fiskað verður í sama mun, sum áðrenn lekan, sigur sløkkiliðsleiðarin.

Hann vísir á, at tað skal sera lítið til, at oljan luktar og skapar ælabogar í vatninum. Hinvegin sigur hann, at áin í Norðagøtu er eitt gott spælipláss hjá børnunum, og tí er tað týdningarmikið at reinsa ánna væl.

Ein vanligur oljutangi tekur millum 1000 og 1500 litrar av olju, men Sørin Djurhuus sigur seg vita fyri vist, at talan er um minni enn 1000 litrar, sum kunnu vera liknir út í ánna.