Nú mugu áhaldandi oljudálkingarnar steðgast. Vit skulu bara hava politiskan vilja til at seta neyðugu tiltøkini í verk. Hetta sigur tingmaður, sum hevur reist dálkingarmálini á Løgtingi við fyrispurningi til landsstýrismannin í umhvørvismálum Nógvu oljudálkingarnar seinnu árini hevur fingið javnaðartingamannin John Johannesen, at reisa hetta á Føroya Løgtingi við skrivligum fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í umhvørvismálum.
John Johannesen sigur, at ætlanin er, at fyrispurningurin skal skunda undir eina politiska loysn á hesum álvarsama umhvørvistrupulleika.
Í fyrispurninginum spyr tingmaðurin, hvørji stig landsstýrismaðurin fer at taka fyri at steðga áhaldandi oljudálkingunum í føroyskum havnum og firðum.
Hann vísir til grein i Sosialinum fríggjadagin, har tað kemur fram, at tað síðani 2001 hava verið staðfestar 62 oljudálkingar á Havnarvág síðani 2001. Í 24 førum eru dálkingarnar á Havnarvág meldaðar til Fútan, men sambært kommununi eru bert sjey av málunum avgreidd. Í tveimum førum varð bót givin fyri dálkingina. Onnur bótin var 500 krónur og hin 3.500 krónur. Sostatt eru tað tilsamans útskrivaðar bøtur uppá 4.000 krónur fyri 62 staðfestar oljudálkingar.










