Umleið 65 kilometrar av avstralsku landnyrðingsstrondini er dálkað av olju frá einum tangaskipi Oljan er frá einum tangaskipi, sum fór at leka í illveðri í síðstu viku, og tað, sum hevur verið ein hvít sandstrond, er nú dálkað av svartari olju.
Myndugleikarnir hava lýst økið sum vanlukkuøkið, og teir kanna nú, um grundarlag er fyri at ákæra reiðaríið hjá tangaskipinum fyri ósketni.
Sagt verður, at 80 tons av olju lóku úr skipinum, og oljan er nú komin inn á Coolum-strondina, sum er eitt sera væl umtókt frítíðarstað. Oljan hevur eisini dálkað oyggjarnar Moreton Island og Bribie Island, sigur BBC.