Onkur fuglur er komin illa fyri av dálking, sigst. Ein ovurstór undirmeting. Hvussu kann nakar vera so býttur og billa sær inn, at bert onkur fuglur er raktur? Nei, øll, sum hava eitt lítið sindur av skili, vita, at allir fuglar har í økinum fyrr ella seinni verða raktir. Um tú ikki sært teir nú, so er tað tí, at teir longu eru farnir til botns.
Æður, dunnur, másar og hvat har annars er av fugli, síggja ikki oljuna fyrr enn tær eru mitt í henni, og so er ov seint.
Ein slík illgerð, sum at koyra olju í havið, gerst ikki ógjørd aftur. Alt livandi, sum er fyri, steindoyr.
Mátti tann seki blivið funnin og harðliga revsaður fyri sína óndu gerð.









