Tá norska ferjan Nordkapp fór á land við Antarktis fyrr í vikuni, kom hol á skipið, og tað vísir seg nú, at olja er likin úr einum tanga og síaðni rikin inn á strondina. Tað er ikki greitt, hvussu nógv olja er farin úr tanganum, men spanskir serfrøðingar, sum hava eina støð nærhendis staðnum, har oljan er rikin inn á land, siga, at talan er um umfatandi dálking.










