Fiskivinna
Støðugt veksandi prísirnir á olju hava rakt fiskiskipaflotan sera meint. Meðan oljuprísirnir eru nógv øktir, er fiskaprísurin um somu tíð lækkaður. Tí stúrir Danmarks Fiskeriforening nú av álvara fyri fiskiskiparakstrinum.
- Støðan hjá donsku fiskivinnuni er líka so álvarsom, sum í suðurevropeisku londunum, har vit hava hoyrt um ymisk tiltøk seinastu tíðina.
Tað sigur formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Flemming Kristensen.
Danskir politikarar verða eggjaðir til at veita fiskiskipavinnuni eina hjálpandi hond í truplu støðuni.
- Franska stjórnin veitir 2,35 krónur í stuðli fyri hvønn litur av olju, sum skipini brúka. Hetta avlagar kappingina í fiskiskipavinnuni millum ymsu londini, eitt nú tá donsk, fronsk og týsk skip landa upsa í Danmark, sigur Flemming Kristensen.
Oljuavgjald
Hann heldur, at um londini ikki skulu út at kappast við ríkisstuðli aftanfyri seg, verður neyðugt at finna eina varandi loysn á orkutrupulleikunum.
Dansk Fiskeriforening hevur tvey boð upp á, hvussu byrgjast kann uppfyri ringastu avleiðingunum.
- Minstiprísirnir á fiski, sum ES hevur ásett, skulu haldast. Hetta hevði trýst marknaðarprísirnar uppeftir.
Í aðrar mátar skjýtir felagið hjá donsku fiskiskipavinnuni upp at áleggja fiskakeyparum eitt oljuavgjald á fisk – á sama hátt, sum flogfeløg leggja oljuavgjald oman á ferðaseðlaprísir.