Oljan í undirgrundini og landgrunnsmarkið

Edmund Joensen

Ì útvarpssending um árskiftið, kallað Vinnutátturin, segði Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, frá síni áhugaverdu áskoðan um støðuna í føroysku oljuvinnuni hiðartil.

Jan er altíð sera áhugaverdur at lurta eftir. Hann er eldhugaður og brennur fyri sakini.
Hansara stóra arbeiði sum fjølmiðlamaður í oljuhøpi hevur haft og hevur almiklan týdning fyri samfelagið Føroyar og oljuvinnuna í síni heild.

Oljan
Ì sendingini varð nomið við viðurskifti, sum tað frøddi meg at hoyra, at tey vóru tikin fram. Jan vísti á teir stóru trupuleikarnar sum standast av, at føroyingar ikki eiga eitt alment oljufelag sum tey stóru oljufeløgini kundu vent sær til og samtarva við. Hann vísti eisini á, at heldur ikki hevur tað almenna tryggja sær optiónir (framíhjárættindi), sum tað almenna annaðhvørt kundi valt at brúkt ella selt, um feløgini funnu olju ella gass.

Hann tók eisini nakað soleiðis til: Hundrað-tals ella túsund-tals føroyingar sleppa ikki at vera við í teimum stóru oljusamtøkunum gjøgnum privatu føroysku feløgini, tí ikki ber til at takað tað eina privata felagið framum annað.

Eg eri so samdur, so samdur! Hetta var júst tað sum eg sum løgmaður og varandi av oljumálum stríddist sum úlvur á skóg fyri. Í tí sambandinum fekk eg gjørda eina serliga frágreiðing, út yvir tað sum embætisfólk og ráðleggingarnevndin lótu úr hondum. Serliga frágreiðingin var júst gjørd við hesum fyri eyga, tí hetta var hildið at vera besti mátin at tryggja, at møgulig olja skuldi koma Føroyum og øllum føroyingum til góðar.

Fyri mær var tað ein sjálfylgja, at føroyingar skuldu fáa fyrimunir av hasum slagnum og sjálvandi skuldu hesir fyrimunirnir vera ein treyt, sum skuldi fylgja við loyvunum. Føroyingar áttu jú rættin til ráevni í undirgrundini, og hesin rættur skuldi brúkast á bestan hátt.

Tíverri var ongin undirtøka fyri hesum millum frægu embætisfólkini, og tí mæltu tey frá hesum. Og helst av somu orsøk fekst heldur ikki meirluti fyri hesum í tinginum. Hetta er nú bert at harmast um. Nú er spurningurin um hendan samgongan vil og kann rætta teir álvarsligu feilir sum gjørdir vórðu.

Landgrunnsnarkið
Jan vísir í samrøðuni eisini á, at bretar byrjaðu við at krevja markið norð ímóti Føroyum. Hann vísir á tey góðu samráðingarúrslitini og takkar embætisfólkunum fyri tað. Eingin ivi skal vera um, at okkara embætisfólk vóru dugnalig og høvdu holla vitan um viðurskiftini.

Mínar royndir frá dugnaligum embætisfólkum eru, at tey oftast vilja hava eitt gott og skjótt úrslit, kannska serliga tað seinna. Av tí sama hava tey sjáldan tað neyðuga mótstøðuførið, sum skal til fyri at náa røttu politisku úrslitunum. Tey eru jú embætisfólk og ikki politikkarar.

Í 1998 sótu vit føroyingar við longra endanum eftir eitt langt og strævi talv. Vit høvdu vunnið nógv framá, men ikki nóg nógv. Tá høvdu bretar skund og blivu pressaðir av altjóða oljuvinnuni. Vit høvdu ikki skund, og tí var tað óneyðugt at slaka so stóran part av undirgrundini burtur.

Diplomatútsagnirnar aftaná at markið var sett prógvaðu somuleiðis, at ræðumyndirnar um at bretar høvdu í kvittanum at senda málið til dóms í Haag onki høvdu uppá seg. Hetta var ikki annað enn vanligur samráðingartaktikkur sum sjálvandi altíð verður brúktur og hevur sín stóra leiklut. Hvør skuldi annars vita tað betur enn júst Stórabretland ?

Her mistu Føroyar móti endanum meira enn neyðugt var, men nú vendist ikki aftur. Í framtíðini mugu vit kannska liva við at hoyra tíðindi um hvat aðrir finna "skamt frá føroyska markinum" ístaðin fyri á okkara øki.

Orsøkin er eftir mínum tykki, at okkara dugnaligu embætismenn, fyri ikki at tosa um okkara ábyrgdarhavandi politikkarar, fóru at rista í brókunum tá á stóð. Og her eru tað sjálvandi politikkararnir sum hava ábyrgdina yvir fyri øllum teimum føroyingum sum fáa alt ov lítið burtur úr, um oljan verður funnin og tikin upp.

Vinnutátturin her um árskiftið var ein sera áhugaverd útvarpssending, millum annað um oljuvinnu og landgrunnsmark.