Oljan undir 40 dollarar

Prísurin fyri eina tunnu av olju fór í dag niður um 40 dollarar. Hetta er lægsti prísurin síðani juni 2004 Hóast oljuframleiðandi londini ætla at skerja framleiðsluna, so tykist prísfallið á oljuni at standa við. Og í dag varð olja, sum skal leverast í januar, altso seld fyri 39,94 dollarar fyri tunnuna.

Oljuframleiðandi londini ætla annars at skerja framleiðsluna við 2,2 milliónum tunnum um dagin, og er talan her um størstu skerjingina í søguni, men enn hevur hetta so ikki ávirkað prísin.

Síðani juli mánað í ár er prísurin fyri tunnuna av olju lækkaður ikki minni enn 107 dollarar.