Oljan togar í 70 dollarar

Oljuprísurin nærkast nú 70 dollarum og fer ætlandi upp um 85 dollarar seinni í hesum árinum Oljuprísurin hækkar støðugt á altjóða marknaðinum, og í morgun var hann komin upp á 69,60 dollarar fyri tunnuna, og so dýr hevur oljan ikki verið teir seinastu sjey mánaðirnar, skrivar Reuters.

Greinarar, sum tíðindastovan hevur tosað við, siga, at prísurin hækkar, tí fólk hava fingið vónir um, at vend fer at koma í ta búskaparligu kreppuna. Greinararnir siga, at tað kann væl henda, at oljuprísurin fer upp um 85 dollarar fyri tunnuna, áðrenn hetta árið er úti.

Goldman Sachs væntar í síni seinastu meting, at prísurin fer at liggja um 95 dollarar um árslok næsta ár.