Hóast sølan av streymi øktist við 5,4% frá 2005 til 2006, er samlaða ársúrslitið hjá el-felagsskapinum seks milliónir verri enn árið fyri Á aðalfundinum í dag hjá SEV varð ársroknskapurin lagdur fram. Inntøkurnar eru vaksnar við 12 mió, úr 226 mió í 2005 til 238 í fjør.
Hesin vøkstur er fingin hóast elprísirnir eru teir somu, sum teir vóru í 2005. Vøksturin stavar sostatt frá øktari sølu á góðar 10 mió, meðan áleið 2 koma av øðrum inntøkum.
Men hóast inntøkurnar eru vaksnar, er endaliga úrslitið verri enn árið fyri. Hetta kemst serliga av vøkstri í oljuprísunum. Hesin posturin vaks úr smáum 52 mió upp í 70 mió, ella smáar 19 mió kr.
Hinvegin eru lønarútreiðslurnar kvinkaðar eitt vet niðureftrir, og tað man vera óvanligt, hóast talan bert er um 600.000 kr, úr 49,3 niður í 48,7 mió kr.
Útreiðslurnar vóru góðar 222 mió, sum gav eitt úrslit upp á góðar 16 mió í avlopi fyri 2006.
Vónirnar fyri í ár er varisligar. Tí hóast roknað verður við eini øktari sølu upp á 3% og somu elprísir, væntar stýrið fyri SEV bert við einum avlopi upp á 100.000 kr. Hendan varisliga meting byggir fyrst og fremst á óstøðugu oljuprísirnar. Hóast tað, er ætlanin at gera íløgur í ár fyri 74,5 mió kr. Hendan íløgan skal ætlandi fremjast uttan lántøku.
Hinvegin er ikki tikin hædd fyri einum møguligum falli í elprísunum. Og tann møguleikin er ikki so fjarur, nú SEV tapti sakarmálið móti Kappingarráðnum Roknskapurin vísir eisini, at ein lítil, men støðugt vaksandi útreiðsla stavar frá keypi av streymi. Her er talan um streym framleiddur við vindorku, og umboðar hesin útreiðslupostur 2,7 mió kr av teimum samlaðu 222 mió.