Oljan skal eisini vera samisk

Í Samatinginum eru tey eitt sindur misnøgd við, at tær norsku oljuleiðirnar í Barentshavinum hava fingið norsk og hebraisk nøvn, meðan tað samiska málið tykist vera gloymt í hesum høpi. Tey vísa á, at sambært lógini eru norskt og samiskt tvey javnt sett mál í Noregi, men at hetta tykist ikki vera galdandi á oljuleiðunum.

-Kanska skuldið Snøhvit-leiðin itið Snøfrid-leiðin, sigur Laila Susanne Vaes, sum er næstformaður í Samatinginum og vísir á, at Snøfrid Svåsedotter var kona Harald Hárfagra og av samiskari ætt.

Tær norsku oljuleiðirnar úti fyri Finnmørkini hava norsk nøvn so sum Snøhvit, Skrugard og Havis og so tað hebraiska Goliat. Laila Susanne Vaes sigur, at samar og aðrir norðmenn hava eina felags søgu í Norðurnoregi, og at tí er tað ikki annað enn rímiligt, at hetta sæst aftur - eisini tá oljuleiðir har norðuri skulu hava navn.