Oljan rindar vindin

Fíggjarnevndin hjá amerikanska Senatinum hevur samtykt eitt lógaruppskot, sum áleggur oljufeløgunum, sum virka í USA, at rinda tilsamans 160 mia. krónur í eyka skatti og avgjøldum. Nevndin sigur, at pengarnir skulu brúkast til at byggja amerikonsku vindorkuna út. Um nakrar dagar skal uppskotið til atkvøðugreiðslu í sjálvum Senatinum, men tað er longu nú greitt, at tað verður samtykt har, skrivar AP úr Washington.