Oljan niður á 30 dollarar

Amerikanski marknaðarserfrøðingurin Philip Verleger væntar, at oljuprísurin fer niður í helvt innan ársskiftið, og Bloomberg News væntar eisini, at prísurin fer at fella í næstum.

Í løtuni eru tær amerikonsku oljugoymslurnar 14 prosent størri enn um hesa tíðina í fjør, og harafturat hava bæði amerikanarar og evropear lagt meiri brenniolju undir seg enn tey seinastu nógvu árini. Tað skrivar Dagens Industri.

Samstundis sigur Altjóða Orkustovnurin IEA, at OPEC-londini framleiða 600.000 tunnur meiri um dagin, enn marknaðurin spyr eftir. Alt hetta ger sambært Philip Verleger, at oljuprísurin kann fara niður á 30 dollarar longu í hesum árinum.