Brimil er komin á Miðvág, og nú verður oljan lempað upp í spannir Oljurestir frá bunkringini hjá Kaptain Gorbatjov komu við ráki og vindi inn á Miðvág seinnapartin í dag .
Klokkan 20.00 stongdu havnamynduleikarnir og MRCC havnina í Miðvági fyri allari skipaferðslu og smábáta sigling.
Um kvøldið kom Brimil inn móti Presttanga og setti MOB bátin út . Manningin á bátinum fór alt fyri eitt í holt við at taka samanklumpaðu oljurestirnar upp av sjónum. Men hetta vísti seg at verða lættari sagt enn gjørt.
- Einasti máti at fáa hendur á oljuklumpunum var, sum tá ?Exon Valdes ? rendi á eitt sker í Alaska á sinni. At skumpa við spaka og hóva við fiskikurv, soleiðis at restinar fingust upp av sjónum, verður sagt av Brimli.