Olja frá lekanum í Meksikanska Flógvanum er nú komin inn á strondina í statinum Louisiana. Sjóverjan sigur, at olja er funnin á strondini á Freemason Island. Ein talsmaður fyri oljufelagið BP sigur, at felagið hevur sent fólk til Freemason-oynna at taka olju upp og at leggja byrgingar fram við oynni.
Amerikonsku myndugleikarnir siga, at BP ger eina roynd at leggja enn eina roynd at tetta lekan. Sum skilst er talan um at seta ein tøpp í holið, men eitt sindur av iva er um úrslitið, tí sum skilst er hendan mannagongdin ikki brúkt á so stórum dýpi fyrr.