Oljan frá lekanum í Meksikanska Flógvanum kom í nátt inn á land. Guvernørurin í statinum Louisiana hevur biðið amerikanska herin senda 6.000 mans frá tjóðarhirðini at hjálpa teimum lokalu myndugleikunum at taka olju upp.
Sjóverjan og oljufelagið BP hava roynt at forða fyri, at oljan skuldi reka inn á land, men til fánýtis. Allar royndir at tetta lekan eru eisini miseydnaðar, og tí renna umleið 800.000 litrar av olju út í sjógvin um samdøgrið.
Myndugleikarnir hava ávarað um, at oljudálkingin kann fáa sera álvarssamar avleiðingar fyri strandarøkið í Louisiana og grannastatunum.