Oljan kann fara upp í 200 dollarar

Saudiarabiski oljuálaráðharrin sigur, at oljuprísurin verður kanska tvífaldaður tey næstu fimm árini

Oljuprísurin hevur sett met í vetur, men hevur saudi­arabiski oljumálaráðharrin rætt í sínum metingum, er oljan bílig samanborið við tað, sum vit kunnu vænta okkum um fimm ár.

- Tað er ikki óhugsandi, at oljan verður tvær ferðir dýrari um fimm ár, soleiðis at prísurin kemur upp á 200 dollarar tá, segði Ali al-Naimi, oljumálaráðharri, við Bloomberg í gjár.

Marknaarserfrøðingarnir í Merrill Lynch halda, at oljumálaráðharrin kann fáa rætt í sínari meting.

- OPEC situr við av­­gerðini, og ger OPEC einki, so kann oljuprísurin koma upp á 200 dollarar fyri tunn­una, sigur Fran­sisco Blanch hjá Merrill Lynch sambært Finans­avisen. Hann sigur, at sum er gera OPEC-londini lítið og einki fyri at tálma oljuprísinum.