Fyrrverandi saudiarabiski oljumálaráðharrin Ahmed Zaki Yamani sigur, at Saudiarabia er ein bumba, sum kann fara í luftina hvørja løtu.
-Bumban fer at bresta, um tað, sum hendi í Tunesia og Egyptalandi, breiðir seg til Saudiarabia, og hendir tað, kann oljuprísurin rúka upp á millum 200 og 300 dollarar fyri tunnuna, sigur Yamani við Reuters.
Hann sigur, at í løtuni situr saudiarabiska leiðslan trygg, men at tann politiska misnøgdin, sum enn er í tí dulda, kann fara at gera um seg hvørja løtu.
Akhmed Zaki Yamani var oljumálaráðharri í Saudiarabia frá 1962 til 1986, og í oljukreppuni í sjeytiárunum varð hann mettur sum ein tann valdmesti maðurin í heiminum.
Í 1975 tók yvirgangsmaðurin Carlos ella Sjakalurin fleiri OPEC-ráðharrar gíslar. Yamani var ein teirra. Sjakalurin ætlaði at drepa hann, men gjørdi ikki álvara av ætlanini.