Hóast prísurin er lækkaður nakað síðani í gjár, so er prísurin á eini tunnu av ráolju framvegis oman fyri 140 dollarar Óttin fyri einum álopið á Iran, heldur tó framvegis eitt ávíst trýst á prísunum. Óttin fyri kjarnorkuframleiðslu í Iran ber við sær, at eitt álop kann koma upp á tal, og hett kann aftur órógva oljuframleiðsluna í landinum.
Mánadagin rakti oljuprísurin sítt fyribils hægsta ? 143,67 dollarar fyri tunnuna ? tá amerikons embætisfólk aftur tosaðu um herd tiltøk mótvegis Iran.
Í morgun kostaði ein tunna av olju 140,55 dollarar.