Jan Müller
Framsøgumaður fyri sjálvstýrisflokkin var Sámal Petur í Grund. Hann helt lógina hava ligið leingi á láni, men vísti á, at tað krevur tíð at gera slíka lóg. Hann helt tað var ov langt úti, tá Eilif Samuelsen metti, at vit komu at dansa eftir floytuni hjá oljufeløgunum. -Sjálvandi skulu vit hava nøkur krøv, og sjálvandi skulu vit ikki bert hyggja eftir, hvussu aðrir gera.
Hann helt skattapolitikkin verða sera týðandi í hesum máli. Uppskotið er bert eitt av fleiri, sum hava við oljulóggávu at gera.
Sámal Petur í Grund vísti eisini á spurningin um tvískattasáttmálar og helt tað vera umráðandi at viðgera júst henda partin í Fíggjarnevndini, nú norðurlendski sáttmálin frátekur okkum møguleikan at skatta fólk umborð á norðurlendskum skipum.
Hann helt, at hóast lógin ikki er stór í vavi, so er eingin ivi um, at hon regulerar tað, sum hon skal, og at hon er ein týðandi partur av tí samlaða lógarkompleksinum, sum neyðugt er at hava í einum landi, ið stendur á gáttini til eitt tíðarskeið, har útvinning av kolvetni úr undirgrundini er í síni byrjan.
Annaðhvørt hetta virksemi fer at geva nakað ella einki av sær, so er tað ein skylda, at vit hava tað neyðuga lógargrundarlagið í lagið. Og tingmaðurin helt fram:
-Um nakar hevði hugsað, at bygging av nýggjum løgtingshúsi, nýggjum vaktarskipi, av undirsjóvartunlum, av føroyskum fullveldi osfr. skuldi fíggjast av oljupengum, so finna vit í hvussu er ikki prógvini um hetta í hesi skattalógini segði tingmaðurin og vísti á, at sambandsflokkurin fer at geva uppskotinum eina positiva og gjølla viðgerð.
Okkara egnu krøv