Oljan er ov bílig

Tað eru ídnaðar­lond­ini og ikki olju­londini, sum gera kvetti, nú oljuprísurin er so høgur, sigur iranski forsetin

Hóast oljuprísurin er komin upp ímóti 74 dollarum fyri tunnuna, vísir tað framvegis ikki, hvussu nógv oljan í veruleikanum er verd, og tað eru ikki tey oljuframleiðandi londini, sum fáa vinningin.
Tað sigur iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sum enn einaferð hevur sína ávarandi hond á lofti, nú altjóða samfelagið herðir trýstið á Iran fyri at fáa land­ið at gevast við sínum kjarnorkuætlanum.
 Oljuúrdráttir verða seldir fyri prísir, sum eru tíggjutals ferðir hægri enn tað, sum tey olju­fram­leiðandi londini fáa. Tað eru harafturímóti ídnaðarlondini, sum fara við peng­unum, sigur Ahma­dinejad við iranska út­varpið. Kanad­iski marknaðar­ser­frøð­ingurin Fadel Gheit gevur iranska forsetanum rætt. Hann sigur við AP, at oljuprísurin er tríggjar ferðir hægri enn tað, sum OPEC-londini fáa burturúr, og tí eru tað tey vesturlendsku oljufeløgini, sum fara við tí stóra vinninginum, sigur Fadel Gheit, sum starvast hjá kansiska íløgubankanum Oppenheimer & Co.
Í samrøðuni við iranska útvarpið segði Mahmoud Ahmadinejad, at tey olju­framleiðandi londini eiga at stovna ein oljugrunn, sum skal hjálpa teimum fátæku menningarlondunum, sum noyðast at innflyta olju.
Hinvegin nevndi hann ikki trætuna um kjarn­orku­ætl­anina við einum orði, men hann hevur fyrr hótt við at steðga iranska olju­útflutn­inginum, ger umheimurin álvara av hóttanini um tiltøk ímóti Iran. Iranar útflyta 2,5 milliónir tunnur av olju um dagin, og ein steðgur kann fáa álvarssamar avleiðingar.
Iranskir politikarar hava eisini hótt við at taka eitt annað stig, sum kann fáa uppaftur álvarssamari av­leiðingar. Herfyri ávaraði innan­ríkisráðharrin um, at Iran hevur eftirlitið við Hormus-sundinum, sum øll oljan úr Persaflógvanum fer ígjøgnum, og at landið er til reiðat at steingja sundið, gerst tað neyðugt.