Reiðarar leggja skipini, tí tað loysir seg ikki fíggjarliga at fiska, orsaka av høgu oljuprísunum. Okkara høðusvinna svøltar. Føroyska livibreyðið verður við skerdan lut til skaða fyri alt samfelagið.
Flest allir føroyskir politikarir eru í døpurhuga av negativu gongdini. Innast inni tó glaðir yvir at oljuavgjaldið og mvg av olju hóast alt dagliga økist, so einvegis pengastreymurin í landskassan støðugt veksur, og vit vónandi framyvir hava nakrar krónur at bora unditsjoatunnlar fyri, til gagns fyri at sitandi samgonga kann verða lív lagað. Men tá krubban tømist, bítast hestarnir....
Slíkt møsn kundi verið sagt eitt sindur ørvísi: Tit klára ikki at halda tey lyftir, tit lovaðu. Tit orka ikki at eta bitan, tit fingu tykkum undan valinum. Og fylgjurnar eru hareftir. Fyri ikki at verða skírdir orðloysingar hava tit nú givið misfostrinum søtmeti á tátuna, so arbeiðsfriður vónandi aftur valdar á politiskum plani til komandi ólavsøkutingsetu.
Harmuligt hóast alt, at ikki verður hugsað meir um bleytu virðini í relatión til slíkar undirskotsforrætningar. Er samgongan ikki meira verd enn so, hevði tað verið nogv betur um hon var deyðfødd. Tit áttu at tikið í egnan barm og latið undirsjóartunlar ligið til privata fyritaksemið og havt meira samfelagsfremjandi hugsunarhátt. Er tað nú so, at ein undirsjóarverkætlan er burðardygg, so lat fyritaksemið fara á privatar hendur. Lat “Darwins doktararitgerð” koma til sín rætt í júst hesum máli.
Hugsið meira um bleytu virðini, tí her er nógv at tríva í. Um ikki so gev skarvin yvir, meðan væl er.
Vestmanna hin 23. mai 2008