Prísurin á amerikanskari ráolju kvinkaði aftur upp eftir mánamorgunin. Hetta hendir eftir at BP hevur givið boð um, at tey fyribils steingja størsta amerikanska oljufeltið, tí ein rørleiðing í hesum hevur fingið skaða. Oljufelatið í Proudhoe Bay í Alaska stendur fyri á leið 8% av samlaðu amerikonsku oljuframleiðsluni, og tí er hetta ein dyggur smeitur fyri longu hart kroysta marknaðin. Prísurin á oljuni er nú 76 dollarar fyri tunnuna. Metið er 78 dollarar fyri tunnua, sigur Reuters í dag.










