Rúnar Reistrup
? Føroysk fólkamentan fer at koma undir trýst uttanifrá sum sjáldan fyrr og fer at broytast eins og at kalla øll onnur føroysk samfelagsviðurskifti, nú gongd kemur á oljuvinnuna í Føroyum. Hetta er ein avleiðing av at vit hava bjóðað altjóða oljuvinnuni til landið, og nú er tað uppá tíðina at vit taka spurningin um mentanina upp, so tað vera vit sjálvi, sum fara at stýra mentunarligu menningini í framtíðini.
Hetta sigur samfelagsfrøðingurin Suni á Dalbø, sum vegna Fróðskaparsetrið stendur á odda fyri føroyska partinum av einari enskari-føroyskari granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at kanna tær avleiðingar, sum oljuvinnan fer at hava á búskaparlig, politisk, sosial og mentunarlig viðurskifti í Føroyum.
Meðan nakað hevur verið tosað og skrivað um vinnulig og búskaparlig árin, ið fara at standast av oljuvinnuni, hevur at kalla einki verið kjakast um spurningin hvussu tað verður at vera føroyingur, tá oljuvinnan um ikki so langa tíð fer at seta sín týðuliga dám á føroyska samfelagið.
? Tað tykist sum at generella hugsanin er tann, at oljuvinnan ikki fer at ávirka føroysku mentanina. Men tað er ein naivur tanki at mentanin verður óbroytt tá samfelagið annars stendur í broyting. Mentanin fer at broytast munandi, og tað er í stóran mun upp til myndugleikarnar at bera so í bandi, at hesar broytingarnar vera til tað betra, sigur Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur. Her hugsar hann ikki um »hámentanina« ? ta mentan sum livir í listini ? men um ta botnføstu fólkamentanina, sum kemur til sjóndar í tí háttinum, sum vanligi føroyingurin livir og er.
? Hámentanin fer ikki at verða beinleiðis ávirkað. Her verður meira talan um at fysisku karmarnir kring hana helst fara at betrast orsakað av øktum stuðulsmøguleikum frá oljufeløgunum. So har dugi eg nærum bara at síggja fyrimunir. Tað er sjálv fólkamentanin o sjálvuppfatanin hjá føroyingum, ið stendur fyri avbjóðingunum og vansunum, sum fara at koma í sambandi við at oljuvinnan nú fer at taka dik á seg her í landinum, sigur Suni á Dalbø.
Mentanin skal
ikki verjast
Hvussu mentanin fer at verða ávirkað kann bara tíðin vísa. Men útfrá royndum aðrastaðni er greitt, at tað kann fáa rættiliga óhepnar avleiðingar, um ikki mentanin sleppur at menna seg grundað á sínar egnu treytir, men ístaðin í alt ov stóran mun verður formað av fremmandum kreftum. Men fyri at vera til reiðar at taka ímóti komandi avbjóðingunum er neyðugt at vit gerast meira tilvitandi um føroysku mentanina.
? Tað, sum nú umræður er at vit seta okkum niður og hugsa um, hvat føroysk mentan er, og hvussu vit vilja hava hana at vera í framtíðini. Tað ber sjálvsagt ikki til at avgera hvussu mentanin skal síggja út um tíggju ár, men tað er tó gjørligt at stýra gongdini í ein vissan mun og soleiðis arbeiða seg fram ímóti einum máli, heldur Suni á Dalbø.
Fyrsta treyt er sambært samfelagsfrøðinginum, at føroyingar gera upp við hugsanina um at føroysk mentan er nakað, sum fyri alt í verðini eigur at verjast og varðveitast í sínum gamla líki.
? Vit mugu koma burtur frá teirri hugsjón, at tað, sum vit føroyingar gera og halda, er tað einasta rætta. Vit mugu byrja at taka ímóti, heldur enn bara at standa ímóti ávirkan uttanifrá. Útlendsk ávirkan á okkara mentan er ikki altíð av tí ónda, sum summi annars tykjast at halda, sigur Suni á Dalbø.
Sum dømi um at útlendsk ávirkan á rótfesta føroyska mentan kann hava gagnlig árin nevnir hann føroyska grindadrápið, sum farnu 20-30 árini hevur ment seg frá heldur primitivum blóðbaði til eitt nógv reinari og vælskipað dráp, í høvuðsheitinum orsakað av altjóða trýsti frá umhvørvisfelagsskapum.
? Tað er framvegis ein partur av føroyskari mentan at drepa grind og tað munnu vera tey fægstu, sum halda, at tað hevur gjørt føroysku mentanina verri, at vit ikki longur brúka ógvuslig vápn, og at vit rudda pent upp eftir hvørt grindadráp.
? Stóri spurningurin er, um føroysk mentan er nakað sum yvirhøvur skal verjast, og um hetta yvirhøvur er gjørligt. Tað haldi eg ikki, tí hvussu verjir man í grundini eina mentan? Man kann gera føroyskan dans til obligatoriska lærugrein í 3. klassa, og so áleggja onkrum oljufelag at gjalda dansiskógvarnar, tí felagið hóttir føroysku mentanina, men tá hevur man longu bygt ein verjugarð kring mentanina, og ein slíkir mentunarligir verjugarðar hava tað við at geva øvugta ávirkan. Eftir mínum tykki ræður tað um at lata mentanina menna seg eftir broyttu umstøðunum og annars bera so í bandi, at hendan menning verður til tað betra.
Kann enda galið
Og í sambandi við komandi »oljuinnrásina« í Føroyum gerst hetta best við at syrgja fyri, at tað vera føroyingar, ið sláa kamartónan, og oljuvinnan ið síðan fylgir tónaleguni heldur enn øvugt.
Tað øvugta hendi nevniliga í Hetlandi og fekk hetta so óhepnar fylgjur fyri samfelagið og fólkamentanina har, at tann gongdin stendur eftir sum eitt slag av ræðumynd. Tilkomin fólk, sum upplivdu Hetland áðrenn olja varð funnin í Norðuratlantshavi, hava snøgt sagt ilt við at kenna landið aftur, nú oljuvinnan hevur sett síni spor.
? Hetland er eitt klárt dømi um hvussu illa tað kann gangast um myndugleikar og fólkið annars ikki spæla nóg stóran leiklut í sambandi við nýggjar avbjóðingar. Hetland er í dag blivið eitt rættiligt oljusamfelag við tað at alt er gearað til oljuvinnuna og virkar eftir teimum treytum, sum oljuvinnan setir. Hetlendingar sjálvir hava lítla og onga ávirkan havt á gongdina. Á henda hátt tekur tað mentunarliga eisini skaða og í Hetlandi kann man siga, at ein »oljuvinnumentan« nú hevur vunnið á tí, sum var áðrenn.
Oljufólkini
krevja sítt
Í Hetlandi vaks fólkatalið við um einum triðingi, tá túsundtals bretar komu til landið í sambandi við stórar byggiverkætlanir, og hetta var á sín hátt við til at leggja trýst á lokalu mentanina.
Í Føroyum verður ikki talan um ta heilt stóru fólkainnrásina, tí tað er longu greitt, at oljuvinnan ikki »skal uppá land« í Føroyum, og oljuvinnan fer soleiðis ikki at hava ta stóru ávirkanina á sjálvt fólkatalið í landinum. Men av tí at øll umskiping og øll manningaskift á oljupallunum skulu fara fram um føroyska jørð, fer ein stríður gjøgnumstreymur av útlendingum at ganga ígjøgnum Føroyar í framtíðini, um ein verulig oljuframleiðsla kemur ígongd undir Føroyum. Og hesin streymur fer at síggjast aftur á mentunarliga økinum. Vanliga verður sagt um fólkini á boripallum, at tey duga væl at útnytta hvørja fríløtu. Her verður sipað til, at á vegnum til og frá oljupallinum dámar teimum væl at fáa sær upp í nevið og kanska eisini síggja og kenna nakin kvinnuhold. Hetta hevur sett sín týðuliga dám á býir sum Aberdeen, Esbjerg og Stavanger, har gjøgnumstreymurin av oljufólki er stórur.
? Tað er greitt at ein oljuvinnan fer at hava við sær, at eftirspurningurin eftir til dømis vertshúsum og náttklubbum verður væl størri enn hann er nú, og harumframt gerst kundagrundarlagið undir sovorðnum sum strip-tease og skøkjum eisini munandi breiðari. So er spurningurin hvussu man velur at takkla hesa støðuna, men tað er greitt at slíkar broytingar sum hesar fara at hava ávirkan á mentanina, sigur Suni á Dalbø og vísir hetta við einum dømi. ? Um kassadaman í keypmanshandlinum ístaðin fer undir at vinna sær pening sum skøkja um kvøldi, so er tað klárt at fólk fara at uppfata hana øðrvísi. Og verður hetta alt meira vanligt millum føroysk konufólk, so fara vit og onnur so við og við at uppfata føroysk konufólk øðrvísi enn vit gera nú. Og tá hava vit longu broytt okkara felags føroysku sjálvuppfatan.
Mentunarlig ójavnvág
Streymurin av oljufólki um Føroyar verður tó bara ein lítil partur av teirri ávirkan, ið oljuvinnan sum heild fer at hava á føroysku mentanina. Tær størstu mentunarligu ávirkanirnar fara uttan iva at koma í kjalarvørrinum á vinnuligu og búskaparligu broytingunum, sum oljuvinnan fer at seta gongd á í Føroyum.
? Mentanin er treytað av hvussu samfelagið annars er skipað, og skipar tú til dømis samfelagið soleiðis, at kostnaðarstøðið hækkar nógv orsakað av oljuvinnuni soleiðis, at lønarlagið í hinum vinnunum ikki megnar at fylgja við, so fært tú umframt ein ekslusivan topp eisini eitt størri »botnfall« í samfelagnum. Samfelagið verður tá meira spjeitt, og tað fer at hava við sær at kenslan av at vera føroyingur ikki verður sama felagskensla millum høg og lág.
? Tingini hanga saman. Vit kunnu ikki skilja vinnupartin og tann búskaparliga partin frá tí mentunarliga partinum av samfelagnum.
Hetta eru viðurskifti sum hanga saman og ávirka hvønn annan. Tað er utopi at hugsa sær, at um oljuvinnan fer at ríka ein part av fólkinum upp og lata onnur vera við sviðjusoð, at tú tá ikki fært eina størri gjógv millum fólkið í landinum. Stýrir tú ikki landinum soleiðis at tú allatíðina stimbrar eina felagskenslu millum føroyingar, so kanst tú heldur ikki vænta at úrslitið verður ein felags føroysk mentan.
So er tað nú
Enn hevur oljuvinnan ikki rættiliga sett sín dám á føroyska samfelagið, og føroyska mentanin er ikki sjónliga ávirkað sum er. Men so hvørt sum oljuleitingin undir Føroyum flytir seg inn í eina meira virkna fasu, hómast nøkur ávaringarljós.
Húsaprísirnir í høvuðsstaðnum tykjast at vera ávirkaðir av høgum væntanum til oljuvinnuna, og teir fyrstu føroyingarnir hava longu sett seg væl til rættis í oljutokinum í eini roynd at fáa lut í einum møguligum komandi oljuævintýri.
Men hóast samfelagsligu avleiðingarnar av oljuvinnuni enn ikki eru týðiligar, so er tað nú at fyrireikingar skulu gerast til at taka ímóti komandi avbjóðingunum. Ikki minst á mentunarliga økinum.
? Tað, sum eg stúri eitt sindur fyri er, at føroyingar fara at vera ov statiskir og verjukendir í mátanum at takkla tær samfelagsligu broytingarnar, sum oljuvinnan fer at seta gongd á. Men vit mugu minnast til, at tað av røttum ikki er oljuvinnan, sum broytir samfelagið, men okkara samfelag sum tillagar seg til oljuvinnuna.
? Og tað er tann mátin, sum samfelagið velur at tillaga seg, sum í stóran mun avger hvussu mentanin fer at síggja út í framtíðini. Tað, sum er umráðandi er at vit vita, hvat tað er vit hava við at gera, og at vit tora at taka avbjóðingarnar upp áðrenn tað er ov seint. Hetta er neyðugt um vit sjálvi skulu seta dagsskránna, sigur Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur og leggur afturat, at ov seint - tað kann verða skjótt.










