Oljan aftur á Kollafirði

Lágættin ber við sær, at gassoljan frá russiska trolaranum rekur inn á Skálafjørðin, Kaldbaksfjør, norður í Sundalagið og á Kollafjørð Tað er nógv olja at síggja á sjónum í miðstaðarøkinum. Í gjárkvøldið varð mett, at eini 15 tons av gassolju vóru runnin úr Olshanu og á sjógv. Nú siga fleiri, sum í gjárkvøldið og í nátt vóru á Tangafirði, at 15 tons er eitt skot beint upp í loft, og at tað væl er hugsandi, at oljumongdirnar, sum eru farnar á sjógv, eru væl størri enn so.

Lágættin er vorðin alt meiri tráð, sum tað er liðið út á fyrrapartin, og umframt á Tangafirði síggjast oljublettir á Skálafjørðinum, Kaldbaksfirði, í Sundalagnum og eisini á Kollafirði. Tað var á Kollafirði, at Olshana bunkraði 270 tons av gassolju, árðenn trolarin í gjárkvøldið aftur legði frá landi. Teir ætlaðu sær til fiskiskap, men trolarin endaði klokkan 19.15 í gjárkvøldi á Flesjunum. Í morgun klokkan 7.56 sakk trolarin.

Bátar hava fyrrapartin roynt at innibyrgt oljufilmar.