Oljan 130 dollarar um ársskiftið

Um ársskiftið verður prísurin á Brent-oljuni 130 dollarar fyri tunnuna á altjóða marknaðinum. Í morgun var hann 111 dollarar. Tað er Goldman Sachs, sum væntar, at Brent-oljan fer at kosta 130 dollarar um árslok, og tað er 10 dollarar meiri, enn fyritøkan segði í síni seinastu meting.

Til samanberingar kann nevnast, at hjá Barclays Capital vænta tey, at Brentoljan fer at kosta 112 dollarar um ársskiftið.

Tann 8. juni fara OPEC-londini at endurskoða framleiðslukvoturnar, og ein av greinarunum hjá Goldman Sachs sigur við Financial Tines, at semjast londini ikki um at økja framleiðsluna, kann tað fáa stóra ávirkan á viðurskiftini á marknaðinum.