-Hetta er ein stór løta, ið kann fáa positivar avleiðingar fyri leiting á landgrunninum sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við Sosial um royndarframleiðsluna við markið -Eg havi bíðið við spenningi, hvat fór at henda eystan fyri markið, nú man hevði eina fjalda vón um, at boringin á basaltinum í fjør fór at geva meira, enn hon gjørdi. Hon var eitt lítið vónbrot, hóast vit gleddust um, at hon tøkniliga var væleydnað. Tí var spenningurin so mikið størri hesaferð, tá Sosialurin og Portalurin kundu boða frá, at Chevron er farið at testa Rosebankbrunnin sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum eftir at manningin á Lómi seinasta sunnudag kundi staðfesta, at royndarframleiðsla av olju fór fram á boripallinum Transocean Rather skamt frá føroyska markinum.
- Eg eri tí sannførdur um, at vit standa á einum nýggjum vegamóti. Vit eiga tó at læra av 2001, at vit ikki hava ov bjartar vónir, men við tí vitan eg havi sum landsstýrismaður um arbeiðið hjá Jarðfeingi, so er tað so nógv, sum bendir á, at strukturarnir okkara megin markið eru sera átøkir teimum á bretskum øki. So tað skal vera løgið, um vit ikki kunnu síggja fram til, at tað eisini verður til okkurt okkara megin markið eisini. Um royndirnar hjá Chevron vísa, at her er talan um rakstrarverdugar nøgdir av kolvetni, so hava vit í hvussu er orsøk til at vera bjartskygd.
Bjarni Djurholm sigur, at Jarðfeingi í august fer at leggja seinastu hond á lógaruppskot, sum hann fer at leggja fyri tingið til 3. útbjóðingarumfar. Hann metir sjálvur, at vísir tað seg, at oljufeløg hava rakt við olju í rakstrarverdugum nøgdum hinumegin markið, so kann hetta fáa týdning fyri komandi útbjóðing