Olja á vegnum við Hvalba

Um 8-tíðina í morgun fekk løgreglan eina fráboðan úr Suðuroy um at olja var komin á vegin norðan fyri tunnilin til Hvalbiar.

Løgreglan var skjót á staðnum og kundi staðfesta fráboðanina.?
Síðani vóru boð send eftir fólki frá landsverki, at taka sær av at taka oljuna av vegnum aftur, soleiðis at ferðslan kundi ganga ótarnað og óttaleys.