Hevur bretska oljufelagið BP rætt, er nóg mikið av olju í heimsins undirgrund til at nøkta eftirspurningin tey næstu 42 árini. Metingin hjá BP sigur eisini, at heimurin hevur nóg mikið av gassi til at nøkta tørvin tey næstu 60 árini og nóg mikið av koli til tey næstu 122 árini.
BP sigur, at orkumarknaðurin fer at broytast í komandi árum, og at tað verða menningarlondini við Kina á odda, sum fara at brúka ta mestu orkuna.
Higartil hava OECD-londini verið roknað sum tey, sum hava ta størstu orkunýtsluna í heiminum.









