Enn seyrar olja úr vrakinum av russiska trolaranum, sum sakk við Flesjarnar Olja seyrar enn úr vrakinum av russiska trolaranum Olshana. Byrgingar hava ligið rundan um staðið, har skipið liggur, men í gjár máttu tær takast inn fyri veður. Tær verða kortini lagdar útaftur.
Enn er ikki avgjørt, um oljan skal takast úr skipinum, men arbeitt verður við at gera tilfar til at bjóða arbeiðið út, sigur Útvarpið.
Hildið verður, at tað fer at kosta millum 10 og 14 mió. krónur at taka oljuna upp úr vrakinum.