Eitt øki í landnyrðing úr Bornholm er dálkað av olju, og donsku myndugleikarnir halda, at oljan er frá einum farmaskipi, sum sakk har á leiðini fyri sjey árum síðani. Søværnets Operative Kommando sigur, at tað dálkaða økið er umleið 3.000 ferkilometrar stórt. SOK heldur, at oljan stavar frá skipinum Fu Shan Hai, sum sakk úti fyri Hammer Odde á Bornholm í 2003 eftir samanstoyt fyri eitt kýpriskt skip.
Ein talsmaður fyri SOK sigur, at oljan er tunn, og at hon verður upployst, um vindurin frískar eitt sindur.
Tað kýpriska reiðaríið varð dømt at gjalda 13,5 milliónir krónur í endurgjaldi, og pengarnir skuldu millum annað brúkast til at rudda eftir møguliga oljudálking.