Umleið 750 tunnur av olju er runnin út í sjógvin, síðani ein oljurørleiðing í Norðsjónum fór at leka fyri nøkrum døgum síðani. Tað sigur skotski fyrstiráðharrin Alex Salmond við BBC.
Leiðingin fór at leka mikudagin, men Shell, sum sigur leiðingina, boðaði ikki myndugleikunum frá fyrr enn tveir dagar seinni. Sambært umhvørvisverndarfelagsskapinum Greenpeace er tað torført at fáa nakað at vita um lekan. Shell hevur sagt, at felagið arbeiðir við at minka trýstið í leiðingini, men at olja rennur framvegis út í sjógvin.
Lekin er nærhendis oljupallinum Gannet Alpha, sum stendur eystur úr skotska býnum Aberdeen.