Olja úr Vinnumálastýrinum

Oljumál mugu takast úr Vinnumálastýrinum, ið hevur nokk av trupulleikum at dragast við sum er. Tað er rætt at gera hetta nú, áðrenn arbeiðið uppá fyrstu útbjóðing byrjar av álvara

Spurningurin um Vinnumálastýrið skal umsita oljumál ella eitt sjálvstøðugt aðalstýri skal taka sær av tí hevur verið frammi í seinastuni, og herfyri segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum við Sosialin, at arbeitt verður við at fáa oljumálini í eitt serstakt aðalstýri. Tað ljóðaði sum tað bara var ein spurningur um tíð til hetta er komið uppá pláss.

Eisini formaðurin í tingbólkinum hjá sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund er fyri, at vit fáa eitt oljumálastýri burturav, sum er púra óheft av Vinnumálastýrinum.

-Sjálvandi skal oljumálaráðharrin hava sína egnu oljumáladeild, sum er óheft av Vinnumálastýrinum. Vit góvu eitt kraftigt signal, tá samgongan varð skipað og vit settu ein oljumálaráðharra, og tað er líkasum, at tað fánar burtur, fær landsstýrismaðurin ikki arbeitt út frá sínum egna stýri. Fyri mær fær hann ikki arbeitt á sama føti sum hinir landsstýrismenninir, hevur hann ikki eitt sjálvstøðugt stýri.

Sámal Petur í Grund sigur, at hann sjálvur hevur roynt eina skipan, har tað eru tveir landsstýrismenn, sum referera til sama stýri, og tað ber ikki til.

Nú marknatrætan tykist nær eini loysn, so fer tørvurin á at hava eitt serstakt oljumálastýri at verða stórur heldur tingmaðurin.

-So er tað kanska onkur, sum spyr, hvat vit skulu gera við eitt oljumálastýri, áðrenn vit vita nakað um olju. Til tað vil eg siga: hvat skulu vit gera tann dagin vit finna olju, og vit ikki hava stýr á hesum.Tað er annars púra burturvið at hava oljuna inni í tí stýrinum, sum hevur nokk av trupulleikum sum er.

Málið um at taka oljuna burtur úr Vinnumálastýrinum og í eitt serstakt oljumálastýri hevur verið umrøtt á samgongufundi. Sámal Petur í Grund sigur, at flokkarnir eru samdir um, at hetta skal skipast soleiðis einaferð. Spurningurin er so bara nær, og tað er hetta, sum tað kanska er eitt sindur av ósemju um.