Ein oljublettur, sum hevur verið á sjónum í Faxaflógvanum í Íslandi í seinastuni, kemur eftir øllum at døma frá einum skipsvraki niðri á botni. Kanningar hava víst, at á 50 favna dýpi liggur eitt skipsvrak, sum er 97 metrar langt og 13 metrar breitt.
Íslendska vaktar- og bjargingartænastan sigur, at talan er eftir øllum at døma um amerikanska herskipið Alexander Hamilton, sum sakk har á leiðini í 1942.
Skipið, sum vagóðar 99 metrar til longdar, var verjuskip hjá einum handilsskipafylgi, men týski kavbáturin U-132 søkti tað, skrivar Vísir.